
Í síðstu viku vórðu 24 leikarar tiknir út til tær fyrstu uppgávurnar í undankappingini til HM 2022, og í gjár møttu menninir á Hilton Garden Inn.
Ein venjing var á Tórsvølli í gjár, og á middegi í dag vandi liðið hjá Håkani Ericson aftur.
Nakað undan venjingini høvdu Áki Johansen og Magni Mohr stutt upplegg fyri miðlunum um ávíkavist hagtøl og tær fysisku fyrireikingarnar hjá A-landsliðnum.
Ferðalagið fer úr Føroyum í morginárini. Tá verður kósin sett ímóti Chisnau, ið er høvuðsstaðurin í Moldova. Føroyar og Moldova spæla hóskvøldið klokkan 19.45. Eftir tað verða uppgávur í Eysturríki og Skotlandi á breddanum.
Afturat teimum sum vórðu úttiknir í síðstu viku, vandi Bartal Wardum eisini við. Sum skilst fer hann møguliga við.
Sverri Egholm tók myndirnar.
-
Áki Johansen
-
Magni Mohr
-
-
-
Igor Adoris, mentalur venjari
-
Patrik Johannesen og Jóan Símun Edmundsson
-
Tróndur Jensen, Klæmint Andrasson Olsen, Petur Knudsen og Sølvi Vatnhamar
-
Sonni Ragnar Nattestad
-
Sølvi Vatnhamar
-
Jóannes Bjartalíð
-
Fremst Daniel Johansen, Dan í Soylu og Bartal Wardum
-
Jóannes Bjartalíð og Bartal Wardum
-
Teitur Gestsson
-
Gunnar Nielsen og Tórur Thomsen
-
Geza Turi
-
Brandur Hendriksson
-
Tróndur Jensen
-
Áki Johansen og Tróndur Arge, journalistur
-
Gilli Rólantsson
-
Meinhard Egilsson Olsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald