Hondbóltur

Neistin er nýtt oddalið

Fult stigatal til Neistan, Team Klaksvík á talvuni og javnleikur í Kollafirði. 4.umfar í Okkara-deildini varð leikt í dag.

Høgni Zachariassen og Neistin vóru omaná í Hoyvík í dag
(Mynd: Jens Kr. Vang/Savnsmynd)

Høgni Zachariassen og Neistin vóru omaná í Hoyvík í dag (Mynd: Jens Kr. Vang/Savnsmynd)

2018-09-30 20:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fult umfar var í Okkara-deildini í dag, og talan gjørdist um ein heimasigur, ein útisigur og ein javnleik.

Í endurtøkini av FM-finaluni í fjør vann Neistin rímiliga greiðan sigur á  H71 í Hoyvík. Sum dysturin leið tók Neistin meira og meira yvir, og teir bláu megnaðu at halda álopinum hoyvíkingum væl. Harvið hevur Neistin fult stigatal fyri tríggar dystir, meðan føroyameistarnir hava tapt tveir útav trimum.

Í Badmintonhøllini í Klaksvík var StÍF í vitjan, men strandingar og skálamenn megnaðu ikki at byggja uppá sigurin seinasta vikuskifti. Team Klaksvík fekk síni fyrstu stig; serliga takk góðum álopsspæli. Heimaliðið fekk uppbygt sær eina leiðslu, og hóast StÍF kom uppá javnt, tá tíggju minuttir vóru eftir, dróu klaksvíkingar longra stráðið.

Í Kollafirði vóru ikki eins nógv mál, serliga seinastu løtuna, og tað endaði við at liðini deildu stigini. Tað leikaði javnt á allan dystin, men kollfirðingar høvdu leiðsluna stóran part av 2. hálvleiki. Hetta var næsti dystur í ár, at Kyndil spældi javnleik.



H71 - Neistin 25-19 (11-16) 

Toppskjúttar: Peter Krogh 5 mál, Rasmus Søby, Tróndur Kragesteen og Høgni Zachariassen 5 mál hvør

Team Klaksvík - StÍF 30-27 (18-14)

Toppskjúttar: Sámal á Tjaldrafløtti 8 mál, Pætur Ó. Barclay 7 mál

KÍF - Kyndil 21-21 (11-12)

Toppskjúttar: Atli L. Hammer 6 mál, Tróndur Wardum 5 mál


Neistin 6 (3 dystir)
VÍF 5 (3 dystir)
Kyndil 4 (4 dystir)
KÍF 3 (4 dystir)
StÍF 2 (3 dystir)
H71 2 (3 dystir)
Team Klaksvík 2 ( 4 dystir) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder