Annað

Nýggj vegleiðing um fótbólt til fólk við diabetes

Tað eru May-Britt Skoradal og Magni Mohr frá Fróðskaparsetri Føroya og Tina-Thea Nielsen og Peter Krustrup frá Syddansk Universitet, sum hava gjørt vegleiðingina "Football for Diabetes".

May-Britt Skoradal og Magni Mohr frá Fróðskaparsetri Føroya hava verið við til at gera vegleiðingina

May-Britt Skoradal og Magni Mohr frá Fróðskaparsetri Føroya hava verið við til at gera vegleiðingina

2026-10-19 16:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Granskarar á Fróðskaparsetri Føroya og Syddansk Universitet hava givið út eina nýggja vegleiðing, sum vísir, hvussu fótbóltsvenjing kann brúkast til at betra heilsuna hjá fólki við diabetes 2 ella undan-diabetes.

Vegleiðingin, "Football for Diabetes", byggir á umfatandi gransking seinastu 20 árini, sum hevur víst, at fótbóltsvenjing kann hava góða ávirkan á konditión, kropssamanseting og fleiri týðandi heilsuviðurskifti.

Tað eru May-Britt Skoradal og Magni Mohr frá Fróðskaparsetri Føroya og Tina-Thea Nielsen og Peter Krustrup frá Syddansk Universitet, sum hava gjørt vegleiðingina.

Endamálið er at gera tað lættari hjá heilsustarvsfólki, ítróttafeløgum og øðrum at skipa fótbóltsvenjing fyri fólk við diabetes. Venjingin kann lagast til ymiskar aldursbólkar og førleikar, og tað krevst ikki, at luttakararnir hava spælt fótbólt áður.

– Ein av størstu avbjóðingunum er ikki bara at fáa fólk at røra seg, men eisini at fáa tey at halda fram við at vera kropsliga virkin. Fótbóltur sameinir munagóða venjing við gleði og sosiala samveru, sum kann hjálpa fólki at varðveita hugin at røra seg, sigur May-Britt Skoradal, lektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Vegleiðingin er eisini ment við íblástri frá altjóða diabetesfelagsskapinum IDF Europe.

Nýggja vegleiðingin verður millum annað løgd fram á altjóða ráðstevnuni Football is Medicine í Odense 26.–29. januar 2027. Har fara Fróðskaparsetrið, Syddansk Universitet, Diabetesfelagið í Føroyum og IDF Europe at samstarva um vísindaligar framløgur, kjak og verklig skeið um fótbólt sum heilsufremjandi venjing.

Les vegleiðingina Football for Diabetes her

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder