- Hann er framtíðar spælarin, og øll, sum kenna hondbólt eitt sindur, vita hvør hann er. Tann føroyska superstjørnan er í gongd við eitt kanón kappingarár fyri GOG. Hann vísir risa yvirskot og spæligleði, ogi sigrinum móti KIF Kolding skoraði hann sjey mál uppá sejy skot og hevði tvey upplegg.
Hetta skrivar tophaandbold.dk, sum er almenna síðan hjá femstu donsku deildunum. Hendan hevur Óla Mittún sum spælskipara á vikuliðnum fyri 10. umfar.
![]()
Her er vikuliðið fyri fremstu mansdeildina
Sunnudagin vann GOG tryggjan heimasigur á uppflytaranum KIF Kolding. Har var Óli Mittún 7/7 í skotum, og sprutlandi føroyingurin spældi annars so at siga feilfrítt.
Sum heild hevur nummar 78 hjá oddaliðnum strálað hetta kappingarárið, eins og Tophåndbold vísir á. GOG hevur vunnið níggju av tíggju dystum og spælt ein javnleik, og Óli Mittún hevur verið ógvuliga eyðsýndur.
Føroyski profilurin er nummar sjey á listanum yvir málskjúttar í bestu donsku deildini við 58 málum - hann hevur skorað heili 80 prosent av sínum skotum. Óli er skrásettur fyri 40 upplegg; tað er nummar 6 á listanum.
Í mun til MEP (Most Effective Player), sum er samlað tal fyri mest effektivu spælararnar, er Óli Mittún nummar trý. Beint aftanfyri liðfelagan Hjalte Lykke og Lasse Sund Lid frá BSH.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald