Fótbóltur

Pætur Smith Clementsen lokið Pro-útbúgving

Nú eru fýra føroyingar við hægstu venjaraútbúgvingini.

Pætur Smith Clementsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pætur Smith Clementsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-11-24 21:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Fyrr í vikuni bleiv Pætur Smith Clementsen liðugur við hægstu venjaraútbúgvingina: UEFA Pro-licens.

Sum tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya arbeiðir Pætur S. Clementsen dagliga við fótbóltsfakliga partinum av stovninum og menning av leikarum og – ikki minst – venjarum.

Men seinastu tíðina hevur hann eisini sjálvur verið undir útbúgving, og mánadagin gjørdist hann liðugur við hægstu venjaraútbúgvingina, UEFA Pro-licens.

– Hetta hevur verið eitt langt og umfatandi skeið, har eg havi fingið ótrúliga nógv gott burturúr, men nú kennist tað eisini gott at vera liðugur, sigur Pætur S. Clementsen við heimasíðuna hjá FSF. Hann leggur afturat, at tað hevur verið gevandi at luttaka á útbúgvingini saman við øðrum royndum venjarum.

Við tað, at A-venjaraútbúgvingin er tað hægsta, sum til ber at taka í Føroyum, hevur Pætur tikið Pro-útbúgvingina hjá danska fótbóltssambandinum.

Útbúgvingin hevur vart í knapt tvey ár, har luttakararnir hava verið á skeiðum, námsferðum, havt vegleiðarar á vitjan til venjingar og skrivað høvuðsuppgávu. Talan er sostatt um eina holla venjaraútbúgving, har leiðsla er afturvendandi tema. 

Í seinasta partinum av útbúgvingini hevur Pætur sett sjóneykuna á skiftið hjá ungum leikarum frá amatør til yrkisfótbólt, og hvussu hetta kann fremjast skynsamt. 

Umframt, at hetta er eitt sera viðkomandi evni fyri nógvar føroyskar fótbóltsspælarar, so er tað sambært Virgar Hvidbro, aðalskrivara eisini sum heild gott fyri fótbóltin, at enn ein føroyingur hevur lokið hægstu venjaraútbúgvingina.

– Vit arbeiða øll fyri at hækka støðið á føroyskum fótbólti, og til tað hevur tað stóran týdning, at vit hava dugnaligar og væl útlærdar venjarar. Tí eru vit eisini stolt av, at okkara tekniski stjóri hevur nomið sær hægstu venjaraútbúgvingina, sigur Virgar Hvidbro.

Frammanundan eru Jógvan Martin Olsen, Bill McCleod Jacobsen og Mikkjal K. Thomassen einastu føroyingarnir við Pro-venjaraprógvi, og Pætur S. Clementsen er tí nú ein av bert fýra føroyingum við hægstu venjaraútbúgvingini.

placeholder
placeholder