Hol varð sett á kappingarárið í hondbólti í gjár tá Neistin og EB í SMS deildini spældu 30-20 í Høllini á Hálsi. Samstundis var nýggi stroymingarpallurin, Portal Play, tikin í nýtslu.
Les eisini: Hondbólturin fær nýggjan heimavøll
Allir dystir verða stroymdir á Portal Play, men útvaldir dystir fara at hava frásøgufólk. Og í dag verða fyrstu dystirnir við frásøgn. Tað eru dystirnir millum Kyndil-Stjørnan og Kyndil-Team Klaksvík, sum verða spældir ávikavist klokkan 14 og klokkan 16.
Royndi frásøgumaðurin og ein tann besti til tað í Føroyum, Sjúrður Hildarson Hoydal, flytir við yvir á nýggja stroymingarpallin, og hann sigur frá báðum dystunum í dag.
Hetta fyrsta umfarið verður tað tó ókeypis at hyggja við at stovna sær brúkara.
Tað fer at bera til at tekna sær einstakt hald til annaðhvørt hondbólt ella flogbólt og til ber eisini at tekna til bæði samstundis. Harumframt ber til at keypa sær atgongd til einstakar dystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald