Fótbóltur

Ronaldo grátandi av vøllinum eftir reytt kort

Stóra kjakevnið í kvøld man vera hendingin í dystinum millum Valencia og Juventus. Eftir hálvan tíma sá Ronaldo reytt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-09-19 22:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Cristiano Ronaldo bleiv vístur av vølli eftir bara hálvan tíma í fyrsta Champions League-dystinum fyri Juventus.

Hendingin fór fram í brotsteiginum hjá Valencia, tá verjuleikarin Jeison Murillo datt eftir ein nærdyst við Ronaldo. Síðani leggur Ronaldo hondina á høvdið á Murillo.

Tað er nokkso ógreitt hvat er hent, men í øllum førum var mállinjudómarin sera avgjørdur. Reytt kort.

Hetta er fyrstu ferð, at Cristiano Ronaldo hevur fingið reytt kort í Champions League, og tað tók hann ógvuliga tungt, og fór grátandi av vøllinum.

Juventus vann tó dystin 2-0.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

 

Úrslit frá í kvøld

Bólkur E
Ajax - AEK Athens (3-0)
Benfica - Bayern Munchen (0-2)

Bólkur F
Shaktar Donetsk - Hoffenheim (2-2)
Manchester City - Lyon (1-2)

Bólkur G
Real Madrid - Roma (3-0)
Viktoria Plzen - CSKA Moscow (2-2)

Bólkur H
Valencia - Juventus (0-2)
Young Boys - Manchester United (0-3)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder