Fótbóltur

Ronaldo kann fáa harðari revsing

Møguliga ikki við til dystin móti Manchester United.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-09-20 17:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aganevndin hjá UEFA fer hósdagin í næstu viku at viðgerða útvísingina hjá Cristiano Ronaldo í dystinum millum Valencia og Juventus í gjár.

Tað skrivar Ritzau í dag.

Cristiano Ronaldo fekk reytt kort eftir eina hending tá bara 30 minuttir vóru leiktir í fyrsta dysti hansara fyri Juventus.

Hóast útvísingina vann Juventus 2-0 móti spanska felagnum.

(Mynd: EPA)

Longu nú er greitt, at Ronaldo ikki verður við í næsta dystinum í Champions League fyri Juventus tá spælt verður móti Young Boys úr Sveis 2. oktober.

Útidysturin móti Manchester United kann eisini vera í vanda, alt eftir hvat aganevndin tekur avgerð um.

BBC skrivar, at UEFA kann revsa harðari um hugt verður eftir atburðinum hjá Ronaldo tá hann fekk reyða kortið. Her verður hugsað um longu tíðina, tað tók grátandi Ronaldo at fara av vøllinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder