Oyggjaleikir 2019

Sarah og Rigmor fingu bronsu í maraton

Sí myndirnar: Stórur dramatikkur á Victoria Stadium – rennari frá Guernsey small um tá 400 metrar vóru eftir, og harvið fingu Føroyar heiðursmerki.

2019-07-12 11:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Dramatikkurin var øgiligur, tá kvinnurnar komu inn á gamla fótbóltsleikvølli í Gibraltar, Victoria Station, har teir seinastu 500 metrarnar av hálvmaraton-kappingini skuldu rennast á rennibreytini kring vølli.

Tað var greitt, at sigurin fór til eina av teimum trimum, sum høvdu fylgst í oddinum alla kappingina. Kvinnurnar frá Isle of Wight, Isle of Man og Guernsey. Tað gjørdist kvinnan av Wight, sum vann framman fyri kvinnuni av Manoy.

Men kvinnan frá Guernsey kláraði ikki at fylgja við. Tað var sum um hon ikki fann vegin, tá hon skuldi snara inn á rennibreytina, og skjótt gjørdist greitt fyri áskoðararnar, at her var okkurt heilt galið. Royndi rennarin fór skinklandi teir fyrstu 100 metrarnar yvir til mállinjuna fyrstu ferð. Hon var so fjar, at fyrireikararnir gjøgdu ikki mætari enn at taka hana úr kappingini, hóast hon gjørdi tekin til at halda fram seinasta umfangin.

Í staðin varð hon borðin yvir til eitt tjald, har hon var viðgjørd, fekk onkra vætu beinleiðis í æðrarnar, so hon kundi koma fyri seg aftur, og tað kom hon.

Men júst hetta gjørdi, at Føroyar fingu bronsuheiðursmerki sum lið. Hevði kvinnan av Guernsey megnað at runnið ella kanska gingið teir seinastu 400 metrarnar, hevði Guernsey fingið bronsuna.

Í staðin kom Sarah Vallin inn á eitt fimta pláss og Rigmor Napoleonsdóttir Arge inn á eitt 9. pláss, og tað var nóg mikið til bronsuna.

Og tað var tað, sum tær høvdu droymt um, men ikki høvdu torað av vóna. So tær vóru fyrndarglaðar tá boðini komu.

Rigmor tyktisk frísk sum fiskurin tá hon hevði fingið eitt sindur at drekka – Sarah hinvegin, var ikki so birg, og mátti liggja leingi í skugganum áðrenn hon kom upp beinini aftur.

Hitin hevði verið stór avbjóðing fyri tær báðar.

- Tað gekk fínt tað fyrsta pettið. Men so kom sólin fram og tað gjørdist øgiliga heitt. Men eg gav alt, sum eg hevði í mær, og fekk eisini tikið tvær kvinnur, ið runnu framman fyri meg, aftur, men tá eg so kom á mál, var et útlúgvað, segði Sarah Vallin.

Rigmor hinvegin ásannaði, at hon hevði lagt ov hart út.

- Fyrsta triðingin av renningini var eg útkoyrd og átti ikki nógv yvirskot, men so kom eg spakuliga fyri meg, og nú havi eg tað bara super, segði Rigmor tá hon var komin á mál.

Eitt flott og óvæntað bronsuheiðursmerki til Føroyar. Tær báðar fáa heiðursmerkið um hálsin á rennibreytini har allar hinar kappingarnar í frælsum ítrótti eru, seinnapartin

Charlotte Metcalfe av Isle of Witght vann kappingina í tíðini 1:24,15.

Sarah Vallin varð nummar 5 við 1:27,08 og Rigmur N. Arge nr. 9 við 1:29,12

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder