Annað

Schmeichel: Neymar líktist einum sum var deyðanum nær

Fleiri finnast at Neymar eftir dystin móti Meksiko í dag.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-07-02 23:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Orðini regna yvir brasilska landsliðsleikaran í kvøld bæði frá mótstøðuliðnum, og serfrøðingum eftir dystin móti Meksiko seinnapartin.

Men tað er ikki fyri frálíku evnini hann hevur, men fyri - sambært fleiri - sjónleikin. Tað skriva útlendskir miðlar í kvøld, millum annað danska TV2.

Í 70. minutti traðkaði ein leikari frá Meksiko á økulin hjá Neymar, at síggja til varliga. Hetta fekk Neymar at bóltaðist á vøllinum, sum var hann skotin.

- Neymar líktist einum, sum var deyðanum nær. Eg væntaði, at hann fór at verða lagdur á børu og sendur avstað við sjúkrabili, og so sóu vit hann ongantíð aftur.

Orðini eigur Peter Schmeichel, fyrrverandi danskur landsliðsmálmaður. Hann sigur við Russia Today, at hann mælir FIFA til at hyggja nærri at hesum.

- Hetta er ikki nakað, vit ynskja at síggja í fótbólti. Vit hava videoskipanina VAR, vit eru noydd at sleppa okkum av við hendan sjónleikin, sigur Peter Schmeichel.

Brasil vann dystin 2-0

(Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder