Annað

Seta ljós á boyu so hon sæst betri í mjørkanum

Óvist nær róðurin byrjar aftur.

2018-06-23 16:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Orsøkin er mjørki. Vit hava roynt við einum róðri, og tað riggaði ikki so væl, segði høvuðsdómarin við Kringvarpið fyri løtu síðani.

FM-róðurin á Jóanssøku er fyribils útsettur vegna nógvan mjørka.

Ætlanin er at seta sterkt ljós á boyu nummar 9, sum er mittasta boyan. Hetta skal hjálpa til at stýra bátunum rætt inn eftir fjørðinum.

Tá 5 mannafør gentur róði, komu bátarnir skeivt inn. Vónandi verður ikki leingi til tey byrja aftur í Vági.

Fyribils er róðurin við 6 mannaførum kvinnum settur til klokkan 16:15.


Dagføring 16:17:
Enn er tjúkt í mjørka og tað er framvegis ov tjúkt at rógva.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder