Hondbóltur

SÍF og Sóljan fáa nýggjan venjara

Tom Jensen skal venja genturnar.

2018-08-30 16:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sandavágs Ítróttarfelag hevur skrivað undir avtalu við danan Tom Jensen um at vera venjari í hondbólti, frá U10 til og við U16.


Tom Jensen er 41 ára gamal og hevur hann drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari.

Hann hevur í fleiri ár starvast sum venjari hjá m.a. Ajax og AGF.

Vit fegnast um avtaluna við Tom og vænta, at mongu royndir hansara fara at koma felagnum til góðar, og harvið styrkja um felagið og hondbóltin í Vágum.
Hondbóltsvenjingarnar byrja 10. september.

Nærri kunning um venjingartíðirnar
kemur seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder