placeholder
Fótbóltur

Skipa fyri fjepparatiltaki 16. september

Í sambandi við, fyrsta HM-undankappingardystin hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, sum verður móti Spania í komandi viku, skipar FSF fyri stórum fjepparatiltaki.

(Mynd: FSF)

(Mynd: FSF)

2021-09-11 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

16. september byrjar nýggja HM-undankappingin hjá A-landsliðnum við kvinnum. Føroyar taka í fyrsta dystinum ímóti heimsstjørnunum úr Spania, og í hesum sambandi skipar Fótbóltssambandið fyri stórum fjepparatiltaki.

Byrjað verður á Niðara vølli í Gundadali, har møguleiki verður at royna seg í ymiskum stuttligum fótbóltsspølum, áðrenn farið verður yvir á Tórsvøll til ein familjuvinarligan døgurða frá køkinum á Hotel Brandan, andlitsmáling og dyst.

Fótbóltssambandið samskipar bussflutning til og úr Havn fyri tey, sum hava tørv á tí.

Skráin fyri fjepparatiltakið

Kl. 15.00 – 17.15: Ymisk spøl á Niðara vølli
Kl. 17.00 – 18.00: Matur, andlitsmáling o.a. á eystaru langsíðu á Tórsvølli
Kl. 18.00: Føroyar – Spania

Tilboðið er til øll barna- og ungdómslið, men til ber eisini hjá eitt nú skúlaflokkum og vinarbólkum at tilmelda seg. Freistin at melda seg til er í annaðkvøld, 12. september á midnátt.

Meira um tiltakið kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder