Fótbóltur

Skúlafótbóltur útsettur til várið 2022

Tað er koronustøðan, ið ger, at einki umfar verður á skránni áðrenn jól kortini. Ístaðin verða fyrstu umførini ætlandi í mars.

Marghøllin er vanliga karmur um Skúlafótbóltin

Marghøllin er vanliga karmur um Skúlafótbóltin

2021-11-23 20:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Korona-støðan í landinum ger tíverri, at tað ikki ber til at spæla nakað umfar av Skúlafótbólti áðrenn jól – eins og ætlanin var.

Hetta skrivar Skúlafótbóltur í dag á heimasíðu sínari

Seinastu árini hava nógvir skúlanæmingar og flokkar, ymsastaðni frá í landinum, kappast í Marghøllini í Vági um heiti sum føroyameistari.

Kappingin fyri hetta kappingarárið er nakað seinkað vegna koronu, og Skúlafótbóltur verður aftur á skrá komandi vár - várið 2022. Fyrireikararnir boða frá, at sjálv leikskráin er ikki løgd enn, men at fyrstu umførini verða ætlandi í mars 2022.

Greitt er, at spælt verður í Marghøllini og at dagurin hjá næmingunum eisini fevnir um at møguleiki verður at fara og svimja í Páls Høll.

Tað ber til at melda til Skúlafótbólt á heimasíðuni undir tilmeldingarskjal

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder