
Seinastu mongu árini hevur tað verið á tann hátt, at steypafinalan hjá kvinnan er byrjað áleið klokkan 13.30, og tann hjá monnum er bríkslað í gongd klokkan 16.00, og at ungdómsdómsfinalurnar síðani eru farnar í gongd.
Í ár verður øðrvísi. Finalan hjá kvinnum fer í gongd klokkan 17, og ikki fyrrenn klokkan 19.30 byrjar mansfinalan.
Í báðum finalum hittast H71 og Neistin, ið vunnu í sera spenanndi seinnu hálvfinalunum í vikuskiftinum. Kvinnurnar og menninir hjá H71 skulu verja sítt steyp.
Ein annar munur, í mun til undanfarin ár, er at Høllin á Hálsi als ikki verður nær við at vera fullsett. Orsøkin er tilmælini um koronu. Tað er ikki ásett enn, hvussu nógvir áskoðarar kunnu vera til finalurnar í Faxe Kondi kappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald