Fótbóltur

Stórsigur til Skála á Skála

Dysturin endaði 5-0 til heimaliðið.

Mynd: Jn.fo

Mynd: Jn.fo

2018-09-01 18:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað gekk avbera væl hjá Skála í dag í dystinum móti 07 Vestur.

Skála fekk eina góða byrjan, tá Brian Jakobsen skoraði fyrsta málið í 15. minutti.

Tá fyrsti hálvleikur var liðugur var Skála framanfyri við trimum málum. Jákup Johansen skoraði næsta málið í 43. minutti, og longu í 44. minutti skoraði Brian Jakobsen aftur, so støðan aftaná fyrsta hálvleiki gjørdist 3-0.

Tá seinni hálvleikur byrjaði, hevði 07 Vestur skift tríggjar manns út. Teitur Olsen, Janus Samuelsen, og Jákup Sveinbjørn Olsen vórðu skiftir út við Kyrylo Silich, Asbjørn Heðinsson og Sølva Egilsson.

Í 55. minutti skoraði Jákup Johansen aftur, so støðan gjørdist 4-0 til Skála.

Fimta og seinasta málið kom í 84. minutti, tá Niels Pauli Danielsen gjørdi støðuna til 5-0.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder