Hondbóltur

Stórtap móti Spania

Føroysku U18 menninir taptu 35-25 móti einum sterkum sponskum liði í EM-endaspælinum.

(Mynd: EHF)

(Mynd: EHF)

2022-08-05 15:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

HSF: Føroysku U18-mennirnir møttu einum óhugnaligum sterkum sponskum liði í dag.

Hóast okkara løgdu seg á odda tíðliga í dystinum 3-1, so lótu spaniólar ongan iva vera um, at teir eru ein av stóru favorittunum til europameistaraheitið, eftir at teir eisini vunnu stórsigur á Fraklandi í gjár.

Spania vann dystin í dag 35-25, eftir hálvleiksstøðuna 18-9.

Triði dysturin í bólkaspælinum hjá Føroyum verður sunnudagin móti Fraklandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder