Føroysku U20-menninir greiddu væl og virðiliga sína skyldu við tryggum sigri á Turkalandi í gjár, tá 2. umfar í bólkinum var á skránni.
Hin dysturin var millum Sveis og Serbia, sum vóru tey bæði hægst styrkismettu í bólkinum undan kappingini. Og Sveis vísti stóra styrki: Tað endaði 35-25.
Sveis megnaði millum annað at fáa gott tamarhald á Uros Stankovic. Serbiski liðformaðurin skoraði 12 mál uppá 14 skot móti Føroyum í fyrsta dystinum, men bert eitt mál uppá seks skot móti Sveis.
Hinvegin er Tiago Cuencas ein, sum føroyingar skulu halda eyga við leygarkvøldið: Sveisiski bakspælarin skeyt tólv mál í gjár og ellivu mál móti Turkalandi. Hann er næstbesti toppskjútti í EM - Jákup Egholm er á 3. plássi.
Føroyar spæla fyri at koma víðari leygarkvøldið - Sveis fyri at fáa stig við víðari
Við úrslitunum tykjast fyritreytirnar hjá Føroyum greiðar undan seinasta umfarinum í bólkinum, har tvey lið koma víðari í ovara miðumfarið.
Tí Serbia vinnur mest sannlíkt á Turkalandi, og harvið noyðast Føroyar eftir øllum at døma at vinna á Sveis leygarkvøldið.
Vegna stórsigurin hjá Sveis er tó "bert" neyðugt at vinna og ikki við fleiri málum. Tó er tað neyðugt at vinna við seks málum, um Føroyar skulu hava stig við víðari.
Sveis er víðari - uttan so at Føroyar vinna dystin við 19-20 málum. Men mótstøðuliðið hjá okkara monnum hevur eitt sindur at spæla fyri í annaðkvøld.
Tí man fær stigini við víðari til miðumfarið útfrá innanhýsis dystinum móti hinum liðnum, sum kemur víðari. Sveis fær tvey stig við víðari, um Serbia eisini spælir seg víðari ella við tapi á nøkur mál
Men um so Føroyar vinna við seks málum, so verða tað føroyingar, ið fáa tvey stig víðari.
Harvið kann Sveis tapa við fimm málum men kann ikki slappa púrasta av í Turda, har dysturin byrjar klokkan 17.30 í morgin.
Portalurin stroymir dystin, og FM1 sigur frá
Støðan Í bólkinum eftir tvey umfør:
1. Sveis 4 stig
2. Serbia 2 stig
------------------
3. Føroyar 2 stig
4. Turkaland 0 stig
Tvey lið koma víðari til miðumfarið. Man fær stigini við sær, sum man fær móti hinum liðnum, ið kemur víðari.
3. og seinasta umfar:
Leygardagin 10. juli
12.30: Serbia - Turkaland
17.30: Sveis - Føroyar (Portalurin)
Dagført: 09.15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald