Annað

Tapti á degnum, men endurvann FM

Marknagil var í gjár karmur um seinastu FM kappríðingina í ár.

Svanna og Hans Pauli Polsen tapti á degnum fyri Freyr og Bryndis Hjartardóttir (Mynd: Føroya Ríðingarfelag)

Svanna og Hans Pauli Polsen tapti á degnum fyri Freyr og Bryndis Hjartardóttir (Mynd: Føroya Ríðingarfelag)

2018-09-02 14:56 Author image
Føroya Ríðingarfelag
placeholder

Marknagil var í gjár karmur um seinastu FM kappríðingina í ár. Tilmeldingin var so sum so, men hóast tað var fitt av fólkið, komin at hyggja at kappríðing.

Kappast var í fýra greinum. Skeið, Trav, Tvíspor ung og Tvíspor vaksin.

Skeiðkappingina vann Gylling við Regini Johannesen á baki. Gylling hevur vunnið allar kappingar í ár og er tískil greiður FM vinnari.

Í trav var FM stríðið púra opið áðrenn kappingina í gjár. Savoy og Eiler Joensen vóru eitt stig frammanfyri Grett og Kristfríð D. Jacobsen. Men á degnum riggaði einki hjá Savoy, hann bleiv diskaður í báðum riðlinum og sostatt gjørdist Grettir sum Sjúrður Holm á Argjum eigur, FM vinnari.

Tvíspor ung kappingin var mestsum avgjørd áðrenn kappingina, ikki tað, Sílfa hjá Ásu Bárðadóttir og Spirit hjá Randarsól Heinesen vóru jøvn í stigum. Men av tí at Spirit vegna skaða ikki kundi vera við, skuldi Sílfa bara koma á mál fyri at vinna FM. Tað gjørdi hon og tað við stíli. Tíðin hjá Sílfu uppá 250 mtr. var 17,43 og tað sigur næstan seg sjálvt at hon við tí tíðini, eisini vann Tvíspor ung á degnum.

Hjá teimum vaksnu var heldur ikki tann stóri spenningurin um FM - Svanna hjá Hans Paula Poulsen lá greitt á odda og skuldi sum Sílfa bara koma á mál fyri at endurvinna sítt FM.
Hetta lukkaðist eisini, men Svanna fekk ikki heiðurin at vinna heystkappríðina. Tí hon tapti á degnum móti Freyr við Bryndis Hjartardóttir á baki. Rossini fylgdust annars allar 500 metrarnar, men beint fyri málstrikuna, dróg Freyr frá Svannu og vann rímiliga greitt.

Tíðirnar síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder