Hondbóltur

Tíggju-máls sigrar í fjórðu finalunum

Kvinnurnar hjá StÍF og menninir hjá VÍF tryggjaðu sær FM við stórsigrum í gjárkvøldið. Áskoðararnir settu veruliga sín dám á..

Tað var stór frøi á vestara armi á Skálafjørðinum í gjár, tá StÍF megnaði at gerast føroyameistari (Mynd: Sverri Egholm)

Tað var stór frøi á vestara armi á Skálafjørðinum í gjár, tá StÍF megnaði at gerast føroyameistari (Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-22 18:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vóru tvær heilt ymiskar finalur í gjárkvøldið, men úrslitið á Skála og í Hoyvík var tað sama: Liðið, ið kundi avgera finalurøðina, gjørdi tað við at vinna við tíggju málum.

Alt tilfarið hjá Portalinum frá finalunum sæst niðast í greinini

Á Skála var so at siga fullsett áleið ein tíma áðrenn fyrsta bríksl. Heimaáskoðarnir høvdu gjørt sera nógv burturúr við bannarunum, herrópum og øðrum: Nú skuldi tað verða hjá StÍF, ið ongantíð áður hevði vunnið gull á kvinnusíðuni. Tað leikaði javnt á fyrstu tjúgu minuttirnar, men so vístu tær í hvítum og reyðum veruliga styrki og unga Neista-liðið misti pippið. Fimm mál vóru á muni í steðginum, tað gjørdist ongantíð tættari enn tað, og seinastu minuttirnar kundu tey flestu í høllini veruliga byrja at fegnast, og fagnaðurin var ikki minni eftir seinasta bríksl. 

[object Object]
Seinastu minuttirnar var niðurteljing á Skála, har StÍF skrivaði søgu á sannførandi hátt (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Stórur fagnaður í VÍF-leguni í Hoyvík í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Nakrar tímar eftir at StÍF skrivaði søgu, tryggjaðu menninir hjá VÍF sær sítt fyrsta gullheiðursmerki í fimm ár. H71, sum hevur vunnið FM á hvørjum árið síðani, og sum er steypavinnari, var annars á odda 17-15, tá 38 minuttir vóru leiktir í Hoyvíkshøllini, og Sjúrður Olsen hevði fingið reytt kort. Men so skoraðu vestmenningar sjey mál á rað. Alt riggaði hjá útiliðnum og einki á heimaliðnum, og skjótt gjørdist greitt, at tað ikki fór at verða neyðugt at spæla eina fimtu finalu í Vestmanna leygardagin. Hetta er meistaraheitið nummar 24 hjá VÍF, og tað var sannur gullrómur hjá teimum í gulum og bláum, sum veruliga setti sín dám á, eins og heimaáskoðarnir, í gjárkvøldið.

Í fjør vórðu ongar FM-finalur leiktar orsakað av koronustøðuni, men í ár kundu hondbóltsáhugaði aftur fylla hallirnar ella fylgja við í sjónvarpinum/ netinum og í útvarpi. Hjá kvinnum vóru tvær tær fyrstu finalurnar sera tættar, men nummar trý og fýra endaðu við sigri á samanlagt 17 mál til StÍF. Hjá monnum var tað í stóran mun javnt, men ígjøgnum fyrstu finaluni og seinastu tjúgu minuttirnar í gjár vísti VÍF bara, at liðið er tað sterkari.

Finaluúrslitini hjá kvinnum:
Neistin – StÍF 22-23
StÍF – Neistin 24-25
Neistin – StÍF 20-27
StÍF – Neistin 30-20

Finaluúrslitini hjá monnum:
VÍF – H71 26-21
H71 – VÍF 34-33
VÍF – H71 28-26
H71 – VÍF 24-34

Fjórða FM-finalan í SMS-deildini
21.04 í Høllini á Skála
StÍF - Neistin 30-20 (16-11)
Toppskjúttar: Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 9 mál, Ingunn Kristina Persson 8 mál, Haruka Gima 6 mál 

Reytt og hvítt menniskjahav á eystaru síðu
Myndir frá dystinum
Myndir av føroyameistarafagnaði


Samrøður eftir dystin: 
Rebekka Justinussen: - Blívi rørd av hesum
Lív Poulsen: - Heilt fantastiskt at vinna meistaraheitið við StÍF
Jón Rasmussen: Hetta er ótrúligt - hetta er stórt

Samanumtøka av dystinum - StÍF er føroyameistari


Fjórða FM-finalan í Burn-deildini
21.04 í Hoyvíkshøllini
H71 - VÍF 24-34 (14-13)
Toppskjúttar: Hallur Árason 10 mál, Filip Jojic 9 mál, Peter Krogh 7 mál

Vestmenningar koppaðu H71 av trónini
Myndir: VÍF føroyameistari
Hanus Christophersen: Líka gott hvørjaferð at vinna FM í Hoyvík
Filip Jojic: Hetta hevur verið málið seinastu árini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder