placeholder
Fótbóltur

Tottenham setti keðiligt met

Venjarin gevur brexit skyldina.

Mauricio Pochettion (Mynd: EPA)

Mauricio Pochettion (Mynd: EPA)

2018-08-10 15:19 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tottenham Hotspur settu í gjár eitt heldur keðiligt met. Tá flytingargluggin fyri ensk fótbóltsfeløg í summar lat aftur klokkan 18 í gjár, var tað fyrstu ferð síðani 2003, tá flytingargluggar fyri fyrstu ferð vórðu brúktir, at eitt Premier League felag ongan leikara keypti.

Mauricio Pochettino, venjari í Tottenham, sigur at orsøkin til at eingin leikari varð keyptur, er at Stórabretland skjótt fer úr ES. Pochettino sigur at brexit hevur lækka virðið á bresta pundinum, og at hetta merkir, at leikarar úr restina av Evropa kosta 30 prosent meir.

Hetta er ikki einasta orsøkin til at Tottenham ikki hevur keypt nakran leikara í summar. Felagið er í ferð við at byggja nýggjar venjingarumstøður og ein nýggjan leikvøll. Tí er ikki so nógvur peningur eftir í kassanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder