
Í gjárkvøldið spældu føroysku U20-kvinnurnar fyrsta dystin í avgerandi undankappingarbólkinum í Serbia. Liðið, sum vinnur bólkin, kemur til HM-endaspælið næsta ár.
Føroyska liðið var á odda við fýra málum í steðginum og tyktiskt at hava tamarhald á Kroatia, men tað endaði 30-26 til kroatar, ið vóru greitt omaná í 2. hálvleiki.
Les eisini: U20-kvinnur mistu í seinna hálvleiki
Harvið er nakað av trýsti á ungu føroysku kvinnunum í kvøld. Í øllum førum um tað skal eydnast at koma til HM næsta ár.
Italia vann í gjár við einum máli á serbisku vertunum og vísti harvið sínari dygdir. So er tað upp til Føroyar at royna at koppa Italia í 2. umfari.
HM-undanumfar
Í dag, mikudagin 22. nov
18.30 Føroyar – Italia
Sjónvarp: ehftv.com
Hópurin:
Málverjar:
Silja Arngrímsdóttir Müller, Neistin
Gylta á Neystabø, Kyndil
Útileikarar:
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Barbara Hammer, Kyndil
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Bjørg á Líknargøtu, VÍF
Inga Maria Roysdóttir, Kyndil
Karin Egholm, H71
Karina Debes Heinsen, Kyndil
Lea Sesilia Lava Brockie, H71
Lukka Arge, H71
Maria Mrdalo, StÍF
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Sára Sundstein Lagos, VÍF
Silja Olivia Heðinsdóttir, Neistin
Venjaratoymi:
Simon Olsen, venjari
Christoffur Gert Nielsen, hjálparvenjari
Annika Magnusdóttir Arge, málverjavenjari
Ann-Mari Wang, liðleiðari
Sebastian Christensen, Fysioterapeut
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald