Føroysku U20-menninir, sum í hesum døgum eru í EM-kapping í Rumenia, hava tryggjað sær luttøku til komandi HM-kapping.
Tað hendi eftir eitt framúr avrik í øðrum hálvleiki móti Ísrael í dag.
Dysturin endaði 33-31 til Føroyar eftir at Ísrael hevði verið á odda tað mesta av dystinum. Men við einum frálíkum endaspurti og sannførandi spælið út á seinna hálvleik fingu føroysku menninir vent dystinum.
Lýðar í Dímun var stóri spælarin hjá Føroyum við átta málum uppá níggju skot. Føroyski toppskjúttin spældi eisini fralíka væl í verjuni.
Ingi Johannesen hevði eisini nógvar týðandi bjargingar í 2. hálvleiki - serliga uppá brotsskast og vongskot.
Føroyar hava við sigrinum tryggja sær eina plasering millum nummar 9 og 12 í, og hetta gevur automatiskt luttøku til HM-kappingina fyri U21-landslið næsta ár.
Hetta verður fjórða árið á rað, at 06- og 07-árgangirnir skulu spæla endaspæl fjórða árið á rað. Í morgin er spennandi avbjóðing móti á skránni - mest sannlíkt móti Noreg.
Meira um dystin seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald