placeholder
Annað

U21 kvinnurnar bjóða teimum bestu av 

Mótstøðan í EM-undankapping hesa vikuna er Bulgaria, Eysturríki og Ísrael.

2022-05-18 06:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár fór føroyska U21-landsliðið í flogbólti við kvinnum til Eysturríkis, har Føroyar fara at luttaka í EM-undankapping, sum verður í døgunum 19. til 21. mai.

Fýra lond eru í bólkinum, sum umframt Føroyar eru Eysturríki, Bulgaria og Ísrael.

Tríggir aðrir bólkar eru, sum verða avgreiddir í Serbia, Polandi, og Montenegro. Bólkavinnararnir og teir tríggir bestu tvey’ararnir fara beinleiðis víðari til sjálvt EM-endaspælið, sum verður í Italia 12. til 17. juli.

Hetta er fyrstu ferð, at evropeiska flogbóltssamgongan, CEV, skipar fyri EM í U21 aldursbólkinum, men hetta er eisini fyrstu ferð, at eitt føroyskt landslið yvirhøvur er við í einari kapping hjá CEV, har møguleiki er at møta einum av teimum heilt sterku liðunum úr “stórapotti”.

Hinar kappingarnar, Føroyar áður hava luttikið í, hóast tær hoyra undir CEV, hava verið avmarkaðar til bert at umfata smátjóðirnar í Evropa, ella norðurevropeiska økið, kallað NEVZA, sum eru norðurlond og Ongland.

Og tað er ikki hissini mótstøða, føroysku kvinnurnar hava fingið – serliga í Bulgaria, sum á A-landsliðsstigi er styrkismett sum nr. 9 í Evropa og nr. 15 í øllum heiminum. Besta úrslitið hjá U21-kvinnunum úr Bulgaria var í 2009, tá liðið gjørdist nr. 4 í HM-kappingini. Eysturríki er ikki heilt á sama stigi, sum Bulgaria, men framvegis ríkiliga gott. Kanska Føroyar skulu vænta sær besta úrslitið ímóti Ísrael, sum tó er greiður favorittur at vinna á Føroyum. 

Føroyska U-21 landsliðið:
Janna Falkvard (SÍ)
Tóta Búadóttir (SÍ)
Milja Silvansdóttir (KÍF)
Emma Michala Sannino (Fleyr)
Anna Berg Arnholdsdóttir (Mjølnir)
Johanna Christiansdóttir (TB)
Henrikka Wang Jacobsen (Dráttur)
Helena Skylv Hansen (Fleyr)
Nicola Toftegaard (ÍF)
Brynja Jákupsdóttir (Fleyr)
Jakobina Joensen (KÍF)
Sofía Weihe Simonsen (SÍ)

Venjari er Lars Engell og Kristian Mikkelsen er hjálparvenjari.

Dystarskráin
19. mai kl. 15: Føroyar – Eysturríki. Kl. 17:30: Bulgaria – Ísrael
20. mai kl. 15: Eysturríki – Ísrael: Kl. 17:30: Føroyar – Bulgaria
21. mai kl. 15: Eysturríki – Bulgaria. Kl. 17:30 Ísrael – Føroyar

Stroyming frá dystunum sæst á www.fbf.fo 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder