
Í gjárkvøldið spældu Fjölnir uppflytingarhálvfinalu nummar tvey. Dysturin var á Akureyri, og var talan um føroyingauppgerð. Jonn Rói Torfinnsson skifti í fjør úr Neistanum, og 22-ára gamli lámi sandavágsingurin hevur seinastu mánaðirnar spælt á bæði vonginum og bakkinum hjá Þór.
Tað er eydnast liðnum av Akureyri at strítt seg til rættin at spæla um uppflyting úr næstbestu íslendsku deildini. Í fyrru hálvfinaluni í uppflytingarspælinum tapti Þór. við átta málum á útivølli - Jonn Rói skoraði fýra mál.
Í gjár var Fjölnir aftur omaná. Liðið úr Reykjavík hevur ein málverja av Skála, og 22-ára gamli Andri Kristiansson Hansen kundi í gjár fegnast um at vera eitt fet nærri bestu hondbóltsdeildini í Íslandi.
Andri hevði nógvar bjargingar í hálvfinaludystinum í gjár - millum annað tvey brotskøst og fleiri fríleyparar - og var harvið týðandi partur av sigrinum. Eisini skoraði skálmaðurin einaferð í tómt mál - samanlagt fóru bert 43 mál inn hjá Fjölni í dystunum móti Þór Akureyri.
Í íslendsku uppflytingarfinalunum skulu tríggir sigrar til fyri at vinna samanlagt. Hetta er harvið sama skipan sum í føroysku FM-einalunum. Fjölnir spælir fyrsta dystin móti Víkingi Reykjavík um eina viku, týsdagin 25. apríl. Eina lítla viku seinni kann alt verða avgjørt - í seinasta lagi 7. mai verður greitt, um Andri K. Hansen og liðfelagirnir flyta upp í bestu íslendsku deildina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald