
Tann fyrri av teimum uppflytarum úr 2. deild kann koma uppá pláss seinnapartin. Undrið er í løtuni átta og tíggju stig frammanfyri ávíkavist 07 Vestur og ÍF, nú trý umfør resta í. ÍF hevur ein dyst færri, men tað er greitt, at við trimum stigum á heimavølli móti Royn í dag, setur Undrið seg í eina støðu, har einki lið kann fáa seg aftur. FC Hoyvík er í hølunum á 07 Vestur og ÍF, og hesi trý síggja út til at fara at kappast um hitt uppflytingarplássið í triðbestu mansdeildini.
Undrið FF hevur hetta liðið, umframt eitt í 3. deild. Talan er um einasta felag í Føroyum, sum ikki er umboðað í ungdóms- og barnadeildum. Sambært dimma.fo kann hetta verða ein forðing fyri, at Undrið næsta ár sleppur at spæla í 1. deild.
Tað er tó bert ein spurningur um tíð, áðrenn sjálv uppflytingin verður tryggjað á vøllinum, og harvið fer Undrið, við leikarum við uppruna úr fleiri ymsum feløgum í Føroyum - at skriva søgu. Tað kann gerast veruleiki um nakrar tímar, og vit á Portalinum vera við.
Royn kappast um at sleppa undan niðurflyting, men hevur tveir teir síðstu dystirnir vunnið á FC Hoyvík í Hoyvík og spælt javnt móti 07 Vestur - sí stigatalvuna her
Fyrsta bríksl í Hoyvík verður klokkan 13.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald