Hondbóltur

Væleydnað venjararáðstevna við Tjarnir

Jordi Ribera, sum m.a. í nógv ár hevur verið spanskur landsliðsvenjari, var gestaundirvísari á ársins venjararáðstevnu hjá HSF, har evnið var verjuspæl.

(Mynd: AVAphotography.fo(HSF)

(Mynd: AVAphotography.fo(HSF)

2026-08-24 14:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

HSF: Leygardagin skipaði HSF fyri venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Evni á ársins venjararáðstevnu var verjuspæl, bæði einstaklinga- og liðverjuspæl, verjuskipanir, teknikkur og taktikkur.

Jordi Ribera er serliga kendur fyri sítt dugnasemi við verjuskipanum, og er hetta nakað, sum hevur eyðkent sponsku landsliðini tey seinastu árini, har hann hevur havt sína ávirkan.

Jordi Ribera hevur í nógv ár verið spanskur landsliðsvenjari, er fyrrverandi venjari hjá Brasil og fleiri sponskum feløgum.

Miðið við venjararáðstevnuni er, at hon framyvir verður hildin eina ferð um árið, tá luttøka er eitt krav í sambandi við endurnýggingstímar fyri Level 3- og Master Coach-útbúgvingarnar, hetta sambært altjóða RINCK sáttmálanum.

Harumframt er endamálið eisini at geva venjarum íblástur, áðrenn kappingarárið byrjar.

Fleiri myndir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder