Í 2. umfari í European Cup vann MRK Trogir samanlagt við níggju málum á VÍF. Báðir dystirnir vórðu spældir í Kroatia.
Nú bíðar aftur føroysk mótstøða, og tað er eitt stig upp, tí talan nú er um greipuvinnararnir og núverandi oddaliðið í Burndeildini.
Hoyvíkingar hava alment sagt, at eitt mál og ein stór motivatión í ár er, at koma langt í European Cup. H71 er stórfavorittur at vinna greipuna í Føroyum aftur, men nú er ætlanin at gera ein vørr í Evropa.
Munurin millum Trogir og VÍF var ikki risastórur, so í Hoyvík helt man ikki tað vera so galið lutakast. H71 kemur beint inn í 2. umfar í kappingini vegna styrkistøl.
Fyrri dysturin verður spældur í Hoyvíkskhøllini í morgin, har H71 skal royna at vinna sær gott útgangsstøði til útidystin, sum er eina viku seinni.
Fyrri European-Cup dysturin millum kroatiska liðið og føroysku greipuvinnararnar byrjar klokkan 18 leygardagin í Hoyvík. Hann kann stroymast á Portal Play fyri eitt gjald
Í Hoyvík verður eisini gjørt nógv burturúr við upphiting frá klokkan 15.30 í Hoyvíkar skúla - við mati og øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald