placeholder
Hondbóltur

VB hevur einki lið í Hvonndeildini í ár

Frágongdin hevur verið ov stór, sigur formaðurin.

Mynd: Bjartur Vest

Mynd: Bjartur Vest

2018-08-13 12:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

VB hevur einki kvinnulið í Hvonndeildini í hondbólti í ár. Orsøkin er at VB ikki fær mannað lið. Formaðurin í VB, Bogi Mortensen, sigur við Suðurrás, at felagið hevur havt eina frágongd á 10 leikarar síðani í vár, og tí ber ikki til at mannað lið.

Bogi Mortensen sigur, at felagið hevur bert tveir leikarar í árganginum frá 1982 til 2000. Hann metir, at lága talið er eitt úrslit av avleiðingunum av demografisku skeiklanini, sum hevur verið í Suðuroynni seinastu áratíggjuni.

Umframt at fáir eldri leikarar eru, so er talið av leikarum í barna- og ungdómshondbóltinum eisini lítið.

Í fjør fekk VB mannað lið, har flestu leikararnir vóru eldri leikarar, sum gingu við til at taka eitt kappingarár afturat, og so næmingar á Ítróttaháskúlanum. Nú eru eldru leikararnir givnir, meðan fleiri av teimum yngru eru farnir uttanlands í lestrarørindum, sigur Bogi Mortensen.

At enda sigur formaðurin við Suðurrás, at orka nú verður løgd í ungdómsarbeiðið, so at VB vónandi aftur verður at síggja í bestu deildini um ikki alt ov langa tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder