Fótbóltur

Video: - Villasta samdøgrið í mínum lívi

Pápi fyri fyrsti ferð í nátt og síðani trý stig - nógv er gleðiligt hjá Meinhardi Egilssyni Olsen, ið spældi allar dystirnar í vikuni frá byrjan. 24-ára gamli kanturin nýtir at spæla dystir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-09-07 23:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur verið ígjøgnum nógvar kenslur seinasta samdøgrið, og tá dagurin byrjaði var ivasamt, um hann fór at byrja inni í kvøld.

Men alt gekk skjótt og væl hjá unnustuni, og Meinhard Egilsson Olsen vildi gjarna spæla fyri land sítt frá byrjan, triðja dystin innan eina viku.

Dysturin gav trý stig, og eftir at vit høvdu tosað við runavíkingin, fór hann beinleiðis út á sjúkrahúsið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder