
- Ein hvør drongur sum byrjar at sparka hevur dreym um at koma á landsliðið, og tað havi eg eisini havt dreymar um. Og eg fari fult og fast eftir tí eisini, sigur Petur Knudsen, sum er úttikin til landsliðið fyri fyrstu ferð, og í morgin fer saman við hinum í hópinum til Moldova.
Hann fer at royna at fáa so nógvar minuttir sum møguligt, sigur hann.
Hósdagin 25. mars spæla Moldova og Føroyar á Cymbru stadion í moldoviska høvuðsstaðnum, Chisinau. Sunnudagin verður spælt á Ernst-Happel stadion í Wien í Eysturríki, og síðan taka skotar ímóti á Hampden Park í Glasgow mikudagin 31. mars. Allir dystirnar byrja klokkan 19:45, føroyska tíð.
Sí samrøðuna við Petur Knudsen omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald