H71 má sigast at vera stórur favorittur at fara avstað við meistaraheitinum hjá bæði kvinnum og monnum í ár.
Hoyvíkskvinnur, sum hava havt eina flúgvandi byrjan uppá kappingarárið, hildu fram í kvøld og vunnu við tjúgu málum móti greipuvinnarunum í fjør.
Tað skal tó sigast, at Kyndil hevur mist nærum allar tær royndu spælararnar frá í fjør og byggir upp við ungum spælarum.
Støðan í steðginum var 17-9 til H71, og úrslitið gjørdist 39-19 til hoyvíkskvinnur.
Toppskjútti hjá H71 gjørdist Lilja Skaalum Vilhlem við tíggju málum. Emily Andresen bleiv toppskjútti hjá Kyndli við fimm málum.
Sí samandrátt frá dystinum, sum var vístur á Portal Play, omanfyri. Hetta er ein roynd við hæddarpunktum frá dystunum, sum verða vístir á nýggju stroymingartænastuni.
Allir dystir í Burn deildini, SMS deildini og í Faxe Kondi kappingini hjá monnum og kvinnum síggjast á Portal Play.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald