2021-07-21 12:10

Miðladeildin hjá Lyngby BK hevur gjørt eitt sindur burturúr nýggja áleyparanum, sum felagið hevur skaffað sær úr Føroyum.
23 ára gamli runavíkingurin Petur Knudsen er seinnu árini blivin profilur í bestu føroysku fótbóltsdeildini hjá monnum, og hevur eisini hevur fingið sínar fyrstu A-landsliðsminuttir.
Í videoinnslagnum greiðir Petur Knudsen millum annað frá umstøðunum við Løkin og eisini verður prátað við pápa Petur, landsliðslegenduna Jens Martin Knudsen.
Sí video omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald