Hondbóltur

Video: Vilhelm Poulsen topskjútti í sigri hjá Hannover-Burgdorf

Høgri bakkurin skoraði seks mál í tøttum dysti móti Hamburg - tvey teirra síggjast her. Hákun West av Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu sigraðu í dag við einum máli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-09-06 22:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan hevur verið um gott vikuskifti hjá føroysku landsliðsspælarunum í Bundesliguni, har 3. umfar var á skránni.

THW Kiel var á vitjan hjá Göppingen og varðveitti oddasessin við sigri í tøttum dysti. Heimaliðið var annars á odda í steðginum, men í 2. hálvleiki vendu Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel dystinum. Føroyski spælskiparin skoraði trý mál og legði upp til tvey onnur í 32-31 sigrinum: Kiel hevur fult stigatal.

Sí støðuna her


Eitt gott mál hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu sæst eftir 0.20 her

Hákun West av Teigum hevði seks skot og skoraði fimm mál og vann ein bólt í verjuni. Tað var eisini tætt hjá Füchse Berlin, sum spældi í Stuttgart. Har endaði tað 34-33. Føroyski vongurin átti sín leiklut í týðandi sigrinum - Hákun og Füchse reistu seg eftir tapið fyri Magdeburg í síðstu viku.

Leygardagin gjørdi Vilhelm Poulsen bart, tá Hamburg vitjaði í Hannover.

Hoyvíkingurin skoraði seks mál og dekkaði væl á høgra bakki. Vilhelm Poulsen varð toppskjútti í dystinum og tvey av hansara góðu og týðandi málum síggjast í videobrotinum ovast ella her (1.35 og 2.26) 

Hannover-Burgdorf hevur fýra stig av seks møguligum, og avrikið hjá Vilhelmi kann vera tekin um, at hann fær størri leiklut í álopinum hjá Hannover-Burgdorf enn síðsta kappingarár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder