
- Ari Olsen kom til felagið í 2020 og hevur verið her síðani. Tíðliga í 2021 varð Ari óheppin og fekk ein drúgvan knæskaða, sum helt honum úti í langa tíð. Nú er Ari tó komin fyri seg aftur, og hevur fingið fleiri og fleiri minuttir í beinini í 2022, og tí gleðast vit sjálvsagt um, at hann heldur fram í ljósabláu troyggjuni
Soleiðis skrivaði Víkingur á Facebook-síðu sínari í gjárkvøldið, í samband við at steypavinnararnir kunngjørdu, at nýggjur tvey-ára sáttmáli er gjørdur við Ari Olsen.
24-ára gamli strandingurin spældi 14 dystir fyri besta liðið hjá Víkingi í júst farna kappingarári. Millum annað fekk skjóti bakkurin/kanturin sínar fyrstu evroepisku dystir, og hann avloysti Bárð Jógvansson Hansen miðskeiðis í seinna hálvleiki í steypafinaluni.
Júst Bárður Hansen hevði eitt frálíkt kappingarár á høgra bakki, har serliga fyrra hálva var framúr. Hann legði upp til 14 mál, men 30-ára gamli bakkurin váttaði fyri Eysturoyarportalinum mánadagin, at hann fyribils er givin á hægsta stigi. Bárður hevur ikki so góðar stundir til fótbóltin, sum er - hann hevur millum annað egnu fyritøku - men sum skilst, er møguleiki fyri at hann fer at venda aftur.
Í øllum førum hevur Víkingur nú tryggjað sær, at Ari Olsen heldur fram. Hann hevur nú spælt beint yvir 150 dystir í bestu føroysku deildini.
Tøl: Faroesoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald