
Hann fekk sín fyrsta A-landsdyst í 2001. Í 15 ár gjørdist talan um 116 dystir og 62 mál fyri Svøríki, ið Zlatan Ibrahimovic gjørdist ein ímynd fyri.
Eftir EM-endaspælið í 2016 støðgaði Zlatan á landsliðnum. Tosað varð um eitt "comeback", eftir at sviar spældu seg til HM-endaspælið í 2018. Tað gjørdist ikki veruleiki, men nú er hann aftur. Janne Andersson hevur tikið 39-ára gamla áleyparan út til teir fyrstu dystirnar hjá Svøríki í undankappingini til HM 2022, sum verða móti Kosovo og Georgia seinast í hesum mánaðinum.
Zlatan hevur í hesum kappingarárinum skorað fjúrtan mál í fjúrtan dystum fyri AC Milan í Serie A í . Á sosialu miðlunum skrivar heimskendi maðurin úr Malmö, at Guð er aftur - talan er um "The Return of God"
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald