Annað

Zlatan og Beckham gjørt veddimál um HM fjórðingsfinaluna

Vinnur Svøríki, skal Beckham keypa Zlatan júst tað, hann vil hava í Ikea.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-07-07 12:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á sosiala miðlinum Twitter endaðu vinmenninir Zlatan Ibrahimovic og David Beckham í vinarligum kjaki um HM fjórðingsfinaluna millum Ongland og Svøríki, ið verður í dag, og soleiðis endaðu teir við at gera eitt veddimál um úrslitið av dystinum.

Svenski fótbóltsspælarin, ið í løtuni spælir við Los Angeles Galaxy, skrivaði soleiðis á Twitter:

"Yo David Beckham, um Ongland vinnur, so bjóði eg døgurða hvar enn í heiminum tú hevur hug til. Men vinnur Svøríki, so keypir tú mær akkurát tað eg vil í Ikea. Ok?"

Tað gekk ikki leingi, áðrenn Beckham svaraði:

 "Zlatan Ibrahimovic, vinnur Svøríki, so skal eg persónliga fara í Ikea við tær og keypa tær júst tað, tú vilt hava til tína nýggju borg í Los Angeles. Men tá Ongland vinnur, so skal tú koma og hyggja eftir dysti á Wembley ílatin enskari landsliðsblusu og eta fisk og kips í hálvleikinum".

Dagføringin hjá Zlatan hevur fingið nógvar viðmerkingar, m.a. frá Ikea, ið skrivaði soleiðis:
 
"Zlatan, tá Svøríki vinnur, og tú og Beckham koma framvið, bjóða vit fegin kjøtbollar og vínbláber hjá okkum".
 
Dysturin millum Ongland og Svøríki verður spældur klokkan trý seinnapartin føroyska tíð, og Zlatan er sannførdur um, at Svøríki fer at vinna.
 
"Ja, eg haldi, at Svøríki kann vinna alt HM. Nú snýr tað seg ikki bert um, hvussu góður man er. Nú tá man er komin til fjórðingsfinaluna, snýr tað seg um kenslur".

"Tað liðið, ið klárar best at handfara kenslurnar hevur fyrimunin," sigur Zlatan, sambært TV2.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder