Hondbóltur

- Danska hondbóltssambandið trolar eftir føroyskum leikarum

Forkvinnan í HSF sigur, at vandi er fyri at ungir leikarir velja tað danska heldur enn føroyska landsliðið, um onki regluligt landsliðsspæl er í Føroyum.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-06-20 20:16 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Danska hondbóltssambandið trolar longu eftir fleiri ungum føroyskum leikarum. Um spælararnir ikki fáa regluligt hondbóltsspæl í Føroyum, er vandi fyri, at teir velja at spæla fyri Danmark, sigur Gunn Ellefsen. 

Allarhelst størsta føroyska hondbóltstalentið higartil, Jóhan á Plógv Hansen, spælir í dag fyri danska landsliðið. Og vandi tykist nú vera fyri, at ungir evnaríkir føroyskir leikarir fara somu leið sum Jóhan, um ikki føroyska landsliðið fer at spæla landsdystir regluliga. Hesum óttast Gunn Ellefsen í hvør fall fyri, um ikki føroyskir myndugleikar vilja stuðla hondbóltssambandinum. 

- DHF roynir at lokka fleiri føroyskar evnaríkir leikarar at koma til venjingar. Teir fáa at vita, at teir kunnu venja við bæði tí danska og føroyska landsliðnum. Í veruleikanum skulu teir velja sum idealistar, tá teir velja Føroyar, tí meðan danskir leikarir fáa løn og regluligar avbjóðingar, spæla føroyingar hondbólt í frítíðini, greiðir Gunn Ellefsen frá.

Hon sigur seg væl skilja at Jóhan á Plógv Hansen valdi danska landsliðið, tá hann var ungur, tí tá var onki landsliðsarbeiði í Føroyum. Hinvegin er tað sambært Gunn Ellefsen lættari at sannføra ungu leikararnir um at spæla við Føroyum nú, tí tað vilja teir sjálvandi fyrst og fremst. Men um teir ikki fara at fáa regluligar landsliðsavbjóðingar við Føroyum, kunnu fleiri leikarir fara at velja Danmark. 

- Eg haldi tað vera ringt at halda leikarunum í Føroyum, um vit ikki kunnu bjóða teimum regluligt landsliðsspæl, sigur forkvinnan í HSF. 

Hondbóltsambandið skal taka støðu til, hvørt føroyska landsliðið skal verða við í HM kappingini áðrenn 15. juli. Men eftir at EM gjørdist rættiliga dýrt, tá heimadystirnir skuldu spælast í Danmark, er vandi fyri at føroyska landsliðið ikki veður meldað til heimsmeistarakappingina. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder