2026-09-25 18:57
Føroyar gjørdu í kvøld bart í Parnu og vunnu, eins og í fjør, 2-1 á Estlandi.
Tað var málleyst í steðginum, men í 2. hálvleiki fór Aron Benjaminsen av álvara í gongd.
Fyrst revsaði vongurin væl og náðileyst eitt mistak frá estiska málverjanum, og síðani fór hann sjálvur driblitúr.
Estland minkaði við brotssparki, men trý stig afturat til Føroyar.
Harvið 12 stig og tað er U21-stigamet. Undanfarna metið varð sett í 2010 og 2011 (11 stig).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald