Fótbóltur

- Vit tippa málleysan javnleik

Ikki eru teir nógvir, men onkrir KÍ-fjepparar hava leitað sær longu leiðina til Bodø at stuðla KÍ í Champions League. Eru teir nevndir, eru teir kendir.

Beinir Johannesen og Líggjas Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

Beinir Johannesen og Líggjas Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

2022-07-06 13:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

[object Object]

Tað eru fimm atgongumerki seld til áskoðarar hjá útiliðnum til stóra dystin. Tvey av teimum eru til tveir kendar menn.

Feðgarnir Líggjas Johannesen og Beinir Johannesen eru komnir langa vegin til Bodø at stuðla KÍ, sum klokkan 17 føroyska tíð spælir fyrra dystin móti norsku meistarunum á Aspmyra leikvøllinum.

Teir báðir hava ikki ferðast við KÍ fyrr í sambandi við dystir, men Bodø var nakað serligt.

- Eg havi altíð hugsað at farið ein túr uttanlands og hugt eftir KÍ. Nú ber tað so til aftur aftaná korona. Vit hava eisini verið nógv í Noreg, men vit hava ikki verið í Bodø, sum liggur nakað avsíðis, greiðir Beinir Johannesen frá.

Ferðin til Bodø gjørdist eitt sindur drúgv. SAS-verkfallið ávirkaði síðsta part av teininum úr Tróndheim til Bodø, og tí mátti nýggj flogferð bókast. Men fram komu feðgarnir, og teir gleða seg til dystin í kvøld.

Eins og í KÍ-hópinum, er bjartskygni at hóma millum lítla føroyska fjepparaskarðan norðaliga í Noreg.

- Tað verður 0-0 ella eitt mál annan vegin, sigur Líggjas Johannesen.

- Ja, vit tippa 0-0 javnleik, og so hava vit eitt gott útgangsstøði til seinna dystin í Klaksvík, sigur Beinir Johannesen.

- Vit fara at royna at rópa tað vit kunnu, siga teir báðir.

Umframt teir báðar, sum koma at hyggja eftir dystinum, eru tveir aðrir føroyingar og ein norðmaður, sum heldur við KÍ.

---

Bodø/Glimt-KÍ verður bríkslaður í gongd kl. 17 føroyska tíð. Til ber at síggja dystin í Televarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder