Annað

36 dopingkanningar í ár

Hóast 36 kanningar vórðu gjørdar, var ongin doping staðfest í Føroyskum ítrótti í ár.

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-12-25 20:15 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Hetta er fyrsta árið, at føroysk dopingeftirlitsfólk sjálvstøðugt hava staðið fyri dopingroyndum í Føroyum.  36 royndir eru tiknar av ítróttarfólkum í Føroyum í 2018 og er hetta í tráð við ætlaða virksemi hjá Antidoping Føroyar. Allar royndirnar vóru negativar. 

Tað skrivar fsf á heimasíðu síni. Føroysku eftirlitsfólkini hava kannað ítróttarfólk innan fótbólt, hondbólt, kappróður, inniróður, svimjing, judo, boksing og fimleik. Royndirnar eru tiknar í Klaksvík, Runavík, Norðragøtu, Tórshavn, Vestmanna, Sandavági og í  Vági.

FSF skrivar eisini, at Føroysku dopingeftirlitsfólkini halda, at ítróttafólk eru vorðin meira tilvitaði um antidoping.

– Hetta fyrsta árið hevur gingið avbera væl. Dopingeftirlitsfólkini hava fingið sínar royndir og hava tey samstundis verið væl móttikin, verður sagt úr Antidoping Føroyum.  Sagt verður eisini, at ítróttafólkini nú eru vorðin meira tilvitaði um antidoping og tað er at fegnast um. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder