Hondbóltur

Elias Ellefsen á Skipagøtu á evropeiska vikuliðnum

Samanlagt 13 mál og 10 upplegg í síðstu viku, harav fleiri avgerandi atgerðir í Montenegro, tryggjaðu føroyska spælskiparanum plássið á almenna liðnum fyri 1. og 2. umfar í EM-undankappingini.

Elias Ellefsen á Skipagøtu føroyskur toppskjútti í Montenegro við átta málum uppá níggju skot (Mynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu føroyskur toppskjútti í Montenegro við átta málum uppá níggju skot (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-09 20:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá tað veruliga stóð á í Montenegro sunnukvøldið, vísti Elias Ellefsen á Skipagøtu aftur sítt stóra virði fyri føroyska manslandsliðið.

24-ára gamli spælskiparin tók nógv á seg og skoraði fimm av teimum seinastu seks málunum, harav fleiri vóru ógvuliga góð gjøgnumbrot og trygg skot.

At enda tryggjaðu hesi Føroyum tað, sum kann vísa seg at vera ein ógvuliga týðandi javnleikur í EM-undankappingini.

Elias: - Eri ógvuliga stoltur av mínum liðfeløgum

Sí hæddarpunktini frá spennandi dystinum í Montenegro her

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist føroyskur toppskjútti við átta málum og brendi bert eitt skot. Nummar 71 hevði lutfalsliga fá mistøk og átti, sambært almennu hagtølunum, fimm upplegg.

Um tað verður lagt afturat teimum fimm málunum og fimm uppleggunum í einum sannførandi avrikið móti Kosovo mikukvøldið, hevði Elias Ellefsen á Skipagøtu flott tøl fyri fyrstu vikuna í EM-undankappingini: Samanlagt 13 mál, uppá 15 skot, og 10 upplegg í síðstu viku harav fleiri avgerandi atgerðir.

Hetta fekk føroyingin hjá Kiel á almenna vikuliðið, sum EHF setti saman. Har eru millum annað eisini heimsins besti spælari, Mathias Gidsel, norski málverjin Torbjørn Bergerud, íslendski vinstri vongurin Bjarki Már Elisson og Kiel-liðfelagan hjá Eliasi á Skipagøtu, Lukas Zerbe (høgri vongur).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder