Fótbóltur

AB og Skála spæla í morgin

Nú er greitt, nær teir báðir útsettu og avblástu dystirnir í 24. umfar í dag skulu spælast.

Nógvur vindur á Argjum seinnapartin (Skíggjamynd: Televarpið)

Nógvur vindur á Argjum seinnapartin (Skíggjamynd: Televarpið)

2022-10-02 17:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dysturin millum AB og Skála er settur at vera um eitt lítið samdøgur, í morgin klokkan 16 inni í Vika á Argjum.

Hin dysturin sum varð avblástur í dag - aftaná 56 minuttir - millum EB/Streym og 07 Vestur verður leiktur mikudagin í næstu viku. Orsøkin er, at 07 Vestur hevur seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið næsta mikudag, og næsta sunnudag er aftur fult umfar.

Tí ber ikki til at fáa dystin avgreiddan fyrr enn um 10 dagar.

AB - Skála (3. oktober kl. 16)

EB/Streymur - 07 Vestur (12. oktober)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder