Fótbóltur

Martin Agnarsson og Áki Samuelsen við í fyrsta deildarspælssigrinum hjá Mjällby

Vinstri vongverjin spældi allan dystin, og vongurin kom inn eftir steðgin, tá svensku meistararnir vunnu 2-0 á Inter Club d'Escaldes í Conference League..

Martin Agnarsson kom aftur við nógvum frameftir fyri landsliðið í seinastu dystunum. Hann sá tó nakað veikur út í verjustøðu í málinum hjá Slovakia og púra óneyðuga reyða kortið í Kasakstsan kostaði - í kvøld spældi vinstri vongbakkurin 90 minuttir í evropeiskum dysti (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-15 23:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan var um stórt og serstakt kvøld í lítla svenska býnum Hällevik, har Mjällby AIF hoyrir heima. Felagið spældi í kvøld fyrsta deildarspælsdystin higartil.

Hann gekst væl. Svensku meistararnir livdu upp til favorittleiklutin og vunnu 2-0.

Tveir føroyskir landsliðsspælarar høvdu leiklut. Martin Agnarsson er ikki komin flúgvandi í gongd, eftir at Mjällby keypti hann úr Aarhus Fremad, men orkuríki og kviki vongverjin spældi í kvøld 90 minuttir og stóð seg væl.

Áki Samuelsen, sum nú hevur fingið sítt A-landsliðsgjøgnumbrot, kom á vøllin í 62. minutti. Tá var 1-0 og lítla løtu seinni skoraði heimaliðið til 2-0, sum eisini varð endaliga úrslitið.

Harvið góð byrjan hjá Mjällby í deildarspælinum í Conference League, har seks umfør skulu spælast. Næsta uppgávan verður í Georgia móti Iberia 1999.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder