Fótbóltur

Adrian skoraði Ársins Mál 2019

Kappingin var øgiliga tøtt, men Adrian Justinussen vann við 20,5 prosent av atkvøðunum, meðan Jóannes Bjartalíð og Dan í Soylu fingu ávikavíst 19,9 og 19,2 prosent.

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-01-01 18:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

- Málið er altíð at vinna FM. Men gull í kappingini um Løgmanssteypið, og heiðurin at hava skorað ársins mál í landskappingini má sigast at vera góðtikið, serliga tá hugsað verður um, at vit ikki megnaðu at endurvinna meistaraheitið.

Soleiðis segði Adrian Justinussen við heimasíðuna hjá FSF, beint eftir at hann varð kunnaður um, at hann skoraði Ársins Mál 2019, og hann varð biðin um at lýsa farna kappingarárið.

Fótbóltsfjepparar høvdu seinastu vikurnar møguleikan at atkvøða um, hvat mál var tað besta í ár 2019 av teimum, sum vórðu skorað í Betri Deildini hjá monnum.

Sambært FSF, komu uml. 2.100 atkvøður inn, umframt atkvøðurnar hjá “serfrøðingabólkinum”, sum er mannaður við umboðum frá føroysku fjølmiðlunum og landsliðsvenjarum.

Atkvøðurnar á heimasíðuni telja 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá “serfrøðingabólkinum” telja hini 50 prosentini.

Málið hjá Adrian Rúnason Justinussen úr HB, sum gjørdist Ársins Mál 2019 varð skorað í 21. umfari, tá HB var á vitjan í Klaksvík.

Kappingin var ógvuliga tøtt

Sambært FSF var kappingin ógvuliga tøtt millum nummar 1, 2 og 3. Adrian Justinussen fekk 20,5 prosent av atkvøðunum, meðan Jóannes Bjartalíð og Dan í Soylu, ið blivu nummar 2 og 3, fingu ávikavist 19,9 og 19,2 prosent av samlaðu atkvøðunum.

[object Object]
Mynd: FSF

Fyri heiðurin fær Adrian Justinusen eina minnisplátu við áskriftini “Ársins Mál 2019 í Betri Deildini”, og eitt gávukort upp á 1000 krónur frá EFFO.

Her síggjast øll tey tilnevndu málini:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder