Ikki nakað tøkt setur á Tórsvølli - gera nógv burtur úr í morgin

Bjarki syngur tjóðsang, og Skansin hevur barnavinarligt upphitingartiltak frá klokkan 13. FSF heitir á tey, sum hava ognað sær atgongumerki til avgerandi dystin, men sum ikki fara kortini, um at lata inn aftur við telduposti í kvøld.

Tað verður ikki serliga heitt í veðrinum, men stilt og føroyska liðið hevur tørv á nógvum stuðli til avgerandi dystin í morgin. Fyrr í dag fyrireikaðu fótbóltsmenninir seg á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

Tað verður ikki serliga heitt í veðrinum, men stilt og føroyska liðið hevur tørv á nógvum stuðli til avgerandi dystin í morgin. Fyrr í dag fyrireikaðu fótbóltsmenninir seg á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-15 20:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Ongi atgongumerki eru eftir til dystin millum Føroyar og Moldova mánadagin. Vit heita á tey, sum hava ognað sær atgongumerki, sum tey ikki ætla at brúka, um at lata tey inn aftur.

Soleiðis skrivaði Fótbóltssamband Føroya tíðliga í kvøld á Facebook-vanga sínum. Av tí at Føroyar noyddust at spæla hendan avgerandi dystin klokkan 15 ein, vegna somu avsparkstíð í Astana sum er fímm tímar frammanfyri, valdi FSF at gera hetta til ein ókeypis dyst.

Sí eisini: Ókeypis landsdystur: - Vilja hava so nógv sum gjørligt á Tórsvølli at stuðla

Hetta hevur víst seg at verið ein góð avgerð. Sløk 5.000 fólk hava skrásett seg, og tískil kann ein fullsettur Tórsvøllur væntast í morgin. Lagt verður tó eina við, at tey, sum hava skrásett seg ókeypis men kortini ikki fara, lata atgongumerki inn við telduposti til [email protected] áðrenn klokkan 22 í kvøld.

Til ber at fylgja við her fyri at síggja um fleiri atgongumerki verða tøk

Tað verður ikki serliga heitt í veðrinum, men stilt og føroyska liðið hevur tørv á nógvum stuðli.

[object Object]- Tað er ógvuliga hugaligt at so nógv koma at stuðla okkum. Vóru skeptisktir tá vit sóu Moldova í november í dystarskránni. Men hetta verður stuttligt - nú er alt uppá spæl og fullsettur Tòrsvølli, segði Eyðun Klakstein á tíðindafundinum í dag.

[object Object]
- Munurin at spæla langt burtur á einum vánaligum graslíki og so til at spæla á gráslíkinum her við heimaáskoðarunum er stórur. Og at spæla fyri nógvum spentum føroyingum í kendum umstøðum gevur eitt øðiligt "boost". Tað eru slíkir dystir, sum man gleðir, sigur Odmar Færø.

Sí eisini: Her er nógv gott í væntu: - Grundarlagið kann leiða til nakað stórt

Myndir: Kavi, smíl og til reiðar til Moldova

Sum skilst koma millum annað nógvir skúlaflokkar og arbeiðspláss á Tórsvøll seinnapartin í morgin. Umframt eina finalu um røkkstøkkdyst, kunnu tey uppliva Bjarka Virgarsson Trondesen úr Hoydalar syngja "Tú alfagra land mítt".

Ein "barnavinarlig upphiting" verður frá klokkan 13 við Tórsvølli - við inngongdina við Gundadalsvegin. Har verður tónleikur, andlitsmáling og ókeypis matur og drekka, umramt at næmingar úr 3. flokki úr Skúlanum við Løgmannabreyt framføra.

Tað eru FSF og Skansin, sum skipa fyri, og aftaná er ætlanin at skapa gott fótbóltshuglag á Tórsvølli, har nógv er uppá spæl.

Video: Gunnar Vatnhamar gleðir seg til stóru uppgávuna

Nations League Deild C, bólkur 3
6. og seinasta umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova

FM1 og Portalurin hava ávikavist beinleiðis frásøgn og beinleiðis blogg av Tórsvølli mánadagin - við upptakt áðrenn og við samrøðum aftaná. FM1 sendir frá klokkan 13.30

Støðan: 
1. Slovakia 11 stig *
--------------------
2. Moldova 7 stig
-------------------
3. Føroyar 5 stig 
4. Kasakstan 2 stig **

* Hevur vunnið bólkin
** Hevur einki at spæla fyri

Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder