
Á nýggjasta styrkislistin hjá FIFA eru Føroyar millum Tailand og Aserbadjan. Føroyar eru nummar 110 í heiminum og hava 11 onnur UEFA-lond aftanfyri seg.
Hetta er ein afturgongd á eitt pláss. Síðani listan ið varð kunngjørdur 19. septemeber, hevur føroyska liðið tapt 3-0 fyri Rumenia og vunnið 1-0 á Malta. Sigurin móti Malta á Tórsvølli var tann fyrsti síðani sigurin á Malta á Tórsvølli í Nations League í september í fjør. Hann ger tó ikki, at Føroyar lata verða við at ganga aftur. Malta er triðniðast av evropeisku londunum, og er nummar 182 - tað eru trý pláss lægri enn seinast.
Í oddinum er lítið broytt. Spania, ið vit eru í bólki við, er gingið eitt pláss aftur orsakað av javnleikinum móti Noreg og hevur býtt um pláss við Kroatia. Argentina og Kolumbia og Uruguay og Portugal hava eisini býtt pláss. Topp-fýra er tann samai sum í september.
Svøríki verður verandi á 18. plássi, Noreg er farið tvey pláss upp, og tað er Rumenia eisini. Danmark er framvegis beint frammanfyri Italia og Týskland.
Topp 10
1. Belgia
2. Frakland
3. Brasil
4. Ongland
5. Uruguay
6. Portugal
7. Kroatia
8. Spania
9. Argentina
10.Kolumbia
Føroyar, londini í bólki okkara og hini Norðurlondini
------------
14. Danmark
18. Svøríki
29. Rumenia
40. Ísland
45. Noreg
55. Finnland
110. Føroyar
182. Malta
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald