Geza David Turi er framvegis hovin kring eygað, men sum Eyðun Klakstein segði á tíðindafundinum: - Tað er hovnað niðureftir og ikki uppeftir, og Geza er 100 prosent klárur
Grimsby-miðvallarin er eisini ein av teimum, sum týðiliga hevur øðrvísi hársnið, enn tá landsliðsvindeygað byrjaði. Hárið hjá gøtumanninum er ljósari, og føroyingar síggja eisini ljóst uppá á pappírinum higartil tyngstu uppgávuna í kappinginai:
- Kanska hóskar tað væl fyri okkum, at vit skulu spæla hendan dystin júst nú, helt Eyðun Klakstein fyri.
Andrias Edmundsson var heldur seinur út til venjing, tí hann skuldi hita meira upp inni enn hinir. Men allir 24 sóust til venjingna í góðveðrinum á Tórsvølli í dag.
Sí myndir niðanfyri - Føroyar spæla móti Slovakia í annaðkvøld klokkan 19.45, FM1 sigur frá, og til ber at fylgja við á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald