Hondbóltur

Áki Mørk: Latum okkum royna nýggja leistin

Áki Mørk, sum er hjálparvenjari hjá Neistanum, heldur at tað er rætt at royna ein nýggjan kappingarleist í hondbólti.

Áki Mørk, hjálparvenjari hjá Neistanum. (Mynd: Facebook/Neistin)

Áki Mørk, hjálparvenjari hjá Neistanum. (Mynd: Facebook/Neistin)

2018-08-25 14:48 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Fyrr í dag skrivaði Portalurin, at kappingin hjá bestu mansdeildini í hondbólti verður broytt næsta ár. Ístaðin fyri, at finala verður ímillum tvey tey bestu liðini, sum hevur veirð gjørt seinastu árini, verður eitt endaspæl ímillum fýra tey bestu liðini um, hvør kemur í finaluna. Sum skilst vóru tað einans VÍF og H71, sum vóru ímóti at broyta kappingina. 

Áki Mørk, sum er hjálparvenjari hjá mansliðnum hjá Neistanum, heldur sjálvur, at tað er fínt at royna nýggja kappingarleistin, hóast hann ikki heldur, at gamla kappingin hevur roynst illa. 

- Eg haldi at leisturin við einari finalu í endanum av kappingini hevur verið fínur, hóast tað hevur verið diskutera, um tað er rættvíst fyri liðið, sum endar nummar eitt í kappingini, at tey skulu spæla ímóti nummar tvey um meistaraheitið, greiðir Áki Mørk frá. 

- Men kappingin hevur verið soleiðis og nøkur ár, og eg haldi ikki tað er nakað galið í at royna okkurt nýtt, sum minnir um kappingina í grannalondum okkara, sigur Áki. Hann vísir til, at í onkrum av norðurlondunum hevur finalan verið avgjørt yvir, hvør er best út av sjeyð dystum. Kappingin verður næsta ár avgjørt yvir, hvør er best út av fimm dystum, og tí verða minst tríggir dystir í finaluni. Áður hevur finalan verðið avgjørd av, hvør er best út av trimum dystum og tí hevur finalan ofta, til dømis í fjør, verði avgjørd eftir tveir dystir. 

Portalurin hevur verið í samband við onkran leikara, sum helt at tað fór at verða ov lætt at koma í finaluna, og at spælið heilt sikkurt fór at verða merkt av hesum í byrjanini av kappingini. Áki Mørk skilir væl hendan kritikkin, men hann heldur hinvegin at tað eisini kann vísa seg at verða mennandi fyri leikararnar, at fleiri týdningarmiklir dystir verða í kappingini ímóti endanum. Hann vísir eisini á, at eisini áðrenn ofta hevur verðið soleiðis, at liðini, sum koma illa frá byrjan, vinna kappingina í finaludysti. 

Annars vil Áki onki siga um, hvat málini hjá Neistanum næsta ár verða. Hóast hann torur at siga, at Neistin skal enda ímillum fýra tey fremstu, vil hann onki siga um, at Neistin fer eftir meistaraheitinum. 

- Vit hava mist nakrar leikarar og hóast nakrir ungir spælarir eru komnir til, eru vit kanska eit vet verri fyri enn í fjørð. Carl Herup, sum spældi á høgra vongi í fjørð, er givin, og vit hava tí ongan høgra vong í ár, sigur hann. At enda leggur hann afturat, at liðið ikki hevur havt fund um málsetningar enn. Hetta verður gjørt seinni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder