GOG tapti heimadystin mikukvøldið og fær harvið einki stig við til miðumfari, men ein 21-ára gamal hoyvíkingur skein móti Sporting CP - serliga í seinna hálvleiki.
Óli Mittún var toppskjútti í dystinum við ellivu málum, og kviki og snildi spælskiparin hevði flesti upplegg hjá GOG: Fýra.
Video: Óli Mittún toppskjútti eftir stórfingið avrik - men Sporting vann
Flotta avrikið, fekk føroyingan á almenna vikuliðið fyri seinasta umfar í bólkaspælinum Champions League. Hetta saman við millum annað fyrrverandi liðfelagnum Frederik Bjerre og Mathias Gidsel
Hetta er aðru ferð av seks møguligum hetta kappingarárið, at Óli Mittún er á vikuliðnum í Champions League.
Spælskiparin og stóri profilurin hjá oddaliðnum í Danmark er í toppformi undan fyrstu EM-undandystunum hjá Føroyum í næstu viku.
Les eisini: Í næstu viku byrja Føroyar ferðina móti næsta EM-endaspælinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald